AGR Dynamics er ein nýskapandi háttur at stýra tínum veitingarkervi bíligari og professionelt – líka frá innkeypi til sølu av vørum og tænastum. Við fullfíggjaðum yvirliti og sjálvvirkandi mannagongdum, ber til at minka munandi um binding av peningi í vørugoymsluna og betra um tænastuna.

Betur er at vita enn at gita

 

AGR Forecasting Engine er høvuðsmotorurin aftanfyri skipanina , ið framroknar komandi sølu og goymslutørv. Til ber at framrokna og greina eftirspurningin í mun til árstíðarsølu, søluátøk, tilboðsgeving, slow movers, vørur við stuttari livitíð o.s.fr. Skipanin byggir á altjóða skjalprógvaðar og royndar metodir, eitt nú Simple Method, Curve Fitting, Low Volume Models, Exponential Smoothing og Box-Jenkins.

Fyrimunir við AGR Dynamics:

 

  • Minkar munandi um binding av peningi í vørugoymslu

  • Skynsamari goymslustýring í mun til skiftandi eftirspurning

  • Sjálvvirkandi mannagongdir av øllum innkeypi

  • Minkar um innflutningskostnaðin við snildari innkeypsoptimering

  • Einfalt, snilt og álítandi yvirlit yvir innkeyp og sølu

Í tølum:

 

  • Minkar tína vørugoymslu upp til 35%

  • Minkar um arbeiðsbyrðuna við sjálvvirkandi mannagongdum við upp til 50%

  • Fær talið av útseldum vørum niður á eitt minimum

  • Afturgjaldingartíðin (ROI) av skipanini er 6-8 mánaðir

Les meira um aðrar kundar, ið hava fingið effektivari rakstur og týðilig meirvirðir við AGR Dynamics:

BoConcept

KT Husid

Thermex

KT Husid

Parlogis

KT Husid

Fá eina óbindandi demo av AGR – loysnini

Samband